Sum støðan er nú, hava vit ikki ráð til at gera ein Suðuroyartunnil

Sum tað sær út beint nú, er útgangsstøðið vánaligt, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum

Áki. Bertholdsen
23. november 2023 kl. 12:33

Sum støðan er nú, er tað yvirhøvur ikki rúm fyri at gera ein suðuroyartunnil. Tað staðfesti Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í Breddanum í KvF, í morgun.

Kjakið um tunnilin kyknaði aftur í vikuni, og sum vit hava skrivað í gjár, hevur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sett samgonguni eitt treytaleyst krav.

Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/hottir-vid-at-blokera-oll-mal-i-logtinginum

Og her: https://www.dimma.fo/grein/hann-er-til-reidar-at-offra-sitt-politiska-liv-fyri-suduroyartunnilin

Ruth Vang sigur í Breddanum, at enn er tíðin ikki búgvin til at taka eina støðu, tí nevndin, sum fyrireikar arbeiðið, er ikki liðug við sínar kostnaðarmetingar.

Men Ruth Vang legði afturt, at enn hevur hon okki sæð nakran fíggingarleist sum sigur henni, at vit eiga at fara víðari við tunlinum beint nú.

Hon sigur eisini við Breddan, at hugsa vit um fíggjarstøðuna í løtuni, og hugsa vit um útlitini frameftir, er yvirhøvur ikki rúm fyri at gera Suðuroyartunnilin.

Hon vísir á, at føroyski búskapurin er ikki haldførur, hóast búskaparvøksturin hevur verið stórur, so útgangsstøðið fyri Suðuroyartunlinum er vánaligt.

Ruth Vang sigur, at skal tunnilin gerast, verður í hvussu so er neyðugt at raðfesta íløgurnar og at skjóta nógv annað fram í tíðina.

Annars staðfestir hon at tey, sum eru heitastu talsfólk fyri einum Suðuroyartunli, hava heldur ikki víst nakran serliga vilja at seta pening av á fíggjarlógini til hann.