Bæði Kosovo og Føroyar høvdu gjørt nógvar broytingar til venjingardystin í kvøld – í mun til dystirnar mikukvøldið.
Kosovo spældi mestsum við teirra U24-liðið, men Håkan Ericson hevði framt seks broytingar frá dystinum móti Kekkia, sum millum annað gav debut til bæði Noah Mneney og Andrias Edmundsson.
Men hóast talan var um eitt ungt lið hjá Kosovo, so spældi liðið soleiðis sum vit kenna bæði landsliðið og fótbóltsliðini í Kosovo. Nógv smáspæl, men við einum sera álopsinnaðum spælistíli, har teir leypa á við nógvum monnum.
Tað hevur regnað í nakrar dagar í høvuðsstaðnum í Kosovo, Pristina, sum hevði við sær, at vøllurin var blivin nakað tungur, og skjótt sást moldin koma undan tíðliga í fyrra hálvleiki.
Talan var um ein lakan fyrra hálvleik, har hvørgan av liðunum hevði nakran heilt farligan málmøguleika. Ta einu ferðina, tá Krasniqi hjá Kosovo kom at standa væl fyri í føroyska brotsteiginum, kom Mathias Lamhauge væl út og bjargaði.
Føroyingar áttu kanska eitt brotsspark í fyrra hálvleiki, tá ein verjuleikari hjá Kosovo skal skalla bóltin vekk, eftir føroyskt fríspark, men kemur til at føra bóltin við arminum, men albanski dómari vinkaði spælið víðari.
0-0 í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur byrjaði varliga, men í 51. Minutti mundi føroyingar fingið mál eftir hornaspark, tá bólturin bleiv sparkaður til nærmastu stong, har hávaksni toftamaðurin, Andrias Edmundsson, var nær við at stúta bóltin í málið, men málverjin fekk bjargað við knøunum.
Men var fyrri hálvleikur javnur, so sat heimaliðið meira á dystinum í seinna hálvleiki.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fær Kosovo mál. Eitt hornaspark verður tikið stutt í vinstru síðu, og føroysku spælararnir tóyktust ikki klárir í samband við hornasparkið. Bislimi fær bóltin áraka brotsteigin – eitt sindur til vinstru – og hann ger ikki mætari enn at smekka bóltin upp í høgra málhorn. Eitt sera vakurt mál, skal sigast.
Tá tað restaði eitt korter vóru kosovo-búgvar aftur nær við at økja um leiðsluna, men aftur bjargar Mathias í føroyska málinum.
Føroyingar vóru nógv trýstir hesa løtuna, men tað var beint ímóti spælinum, at Føroyar javnaði. Eitt neyðspark úr føroysku verjuni endar við, at Stefan Radosavlevic fær bóltin, tá ein verjuleikari hjá Kosovo fer skeivur av bóltinum og váta vøllinum. Hann setur ferð móti málinum. Málmaðurin kemur út, men Stefan ger ikki frægari enn at lobba bóltin upp málmannin og í tóma Kosovo-málið.
Hóast Kosovo trýsti nógv í endanum av dystinum, so komu ikki fleiri mál.
Javnleikur í Pristina, og tað kundu føroyingar vera betri nøgdir við enn heimaliðið.