Suðuroyar Sjónleikarafelag er blaðungt. Tað varð stovnað í 2017 og er eitt av landsins virknastu leikfeløgum. Tað ber til at siga, at tann stóri kveikjarin hjá Suðuroyar Sjónleikarafelag er tann ómetaligi fíni pallurin í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi yviri í Líðini á Tvøroyri. Í hvussu er fingu tær stórfingnu umstøðurnar, ið opinberaðust við SALT, Mariann Johansen at stovna Suðuroyar Sjónleikarafelag.
Mariann er uppvaksin á Tvøroyri og hevur búð her næstan alla sína tíð. Hon er fyrst útbúgvin fólkaskúlalærari og arbeiddi sum lærari í nøkur ár. Eftir tað avráddi hon at fara á sjúkrarøktarfrøðiskúlan, so hon er eisini sjúkrarøktarfrøðingur og hevur síðan undirvíst á Heilsuskúlanum í Hovi á sætta ári.
- Har dámar mær sera væl at vera. Tað er eitt deiligt arbeiðspláss, og jeg fái brúkt báðar mínar útbúgvingar har, sigur Mariann Johansen.
Stóran áhuga fyri sjónleiki
Sjónleikur man kortini vera tað, ið hevur gjørt Mariann kenda fyri sín stóra áhuga fyri leiklistini. Haraftrat málar hon rættiliga nógv í síni frítíð. Hon sigur, at hennara frítíð hevur verið fylt av sjónleiki og av at mála.
Mariann eigur tvær døtur. Tann eldra er 16 ár, og tann yngra er 10 ár. Hon eigur eisini tveir brøður og eina systur. Tey fýra systkini eru øll hugtikin av skemti og leiki. Yngsti beiggi hennara eitur Gundur. Tað er hann, ið leggur rødd til tann famøsa grillbúðeigaran Símun. Tað merkiliga er hent við Símuni, at hann, hóast hann fornermar allar sínar kundar, selur kilometravís av pylsum. Símun pástóð í útvarpssendingini Kafé Salt herfyri, at legði hann allar pylsurnar, hann hevði selt, enda í enda, rukku tær av Tvøroyri til Hvítarusslands og aftur og so eina ferð aftrat til Hvítarusslands.
Foreldrini eru Berit og Jens Eli Johansen. Berit er annars systir tann her á landi víðakenda Jákup Magnussen – tað er hann, ið stendur í einastu barr í útvarpinum, Plátubarrini.
- Skemt hevur altíð verið ein partur av tí mátanum, okur systkin eru saman uppá. Systir mín spældi blaðung við í leikinum Karius og Baktus, sum Gitte Jacobsen leikstjórnaði síðst í hálvfemsunum. Gundur, beiggi mín, líkist yvirhøvur ikki Símuni, hann er faktiskt spakur, fyrikomandi og blíður. So eigi jeg ein annan beiggi, sum eitur Arni. Hann er akkurát líka kreativur og skemtiligur sum Gundur.
Púra burtur í SALT
Mariann Johansen sigur, at tey vistu alt fyri eitt, at felagið skuldi vera fyri alla Suðuroynna, og tað hevur eydnast sera væl at samansjóva oynna í hesum sambandi, tí at fólk úr allari oynni eru við í felagnum, og leikararnir eru somuleiðis úr allari Suðuroynni.
Mariann elskar mentanarhúsið SALT. Tá ið hon frá fyrstan tíð sat í hesum flotta húsi og hugdi upp undir hválvið við teimum tignarligu súlunum, hugsaði hon, at tað var so upplagt, at tey skuldu fara undir at skapa nakað sjálvi. Hon og onnur við høvdu allar møguligar dreymar um at stovna eitt felag, ið kundi fáa sjónleik til ta virknu listagrein, sum hon er vorðin til.
Tey fýra systkini savnaðu nøkur fólk saman upp á gjøt fyri at skapa eina kabarett. Tey løgdu ætlanina fyri Ólav Rasmussen, stjóra í SALT. Hann var beinanvegin við upp á hugskotið, tí tað er nettupp eitt av endamálunum við húsinum.
- Okur eru blivin forkelaði við hesum flotta húsinum, og tað pliktar okum til at fara í gongd við stór prosjekt.
Sum fótur í hosu
Skemtileikurin Fótur í hosu varð fingin í lag eftir, at Mariann hevði havt samband við Riu Tórgarð, leikstjóra eina tíð. Tey vóru sera fegin um at fáa Riu suður, tí júst tað at skula ferðast ímillum krevur nógv av einum leikstjóra.
- Upprunaliga var meiningin, at okur skuldu fara undir eitt annað prosjekt, sum eitur Suðuroyar søgur, men tað bleiv broytt, tí okur vóru samd um, at Jákup Veyhe skuldi leikstjórna tað. Ímeðan funnu okur henda skemtileikin, sum systkini hjá Riu Tórgarð, Súsanna og Hans hava skrivað.
Tey høvdu ongantíð roynt ein slíkan skemtileik fyrr. Tí var tað so serstakliga spennandi at fara at spæla ein leik í tí skapi, sum tey ikki høvdu roynt fyrr.
Ria Tórgarð var knýtt at Suðuroyar Sjónleikarafelag síðan undan summarferiuni. Tey høvdu ein steðg í summar og fóru aftur í gongd seint í august. Tey hava spælt Fót í hosu nakrar ferðir og spæla hann seinastu ferð í SALT nú tann 29. desember.
- Okur hava persónliga fingið nógv burturúr, tí at Ria er so nærløgd og hevur koyrt á okkum upp á ein ordiliga góðan og kerligan máta, haldi jeg. Ria fær okum at trúgva upp á okum sjálvi, so tað skal hon eiga stóra takk fyri!
Mong hava spurt, um tey ikki fara at ferðast út um landið við leikinum. Tað er líkt til, at tað ætla tey, tí hetta er ein leikur, ið er lættur at ferðast við, tí hann er so hegnisliga uppsettur við leiktjøldum, sum pápi Mariann, Jens Eli, hevur smíðað við hjálp frá soninum Gundur.
Jákup Veyhe og Rudolf Joensen
Nú Mariann nevnir Suðuroyar søgur, so eru tær tann næsta ætlanin hjá Suðuroyar Sjónleikarafelag. Tey vóna at kunna byrja í heyst aftur. Leikritið er ikki heilt liðugt, men tað er komið væl áleiðis. Her manglar bara tann seinasti parturin av søguni, sum Jákup Veyhe og Rudolf Joensen sita við. Teir eru serstakliga hugtiknir av ávísum persónum í hesi søguni.
- Tað er eitt hundrað ára tíðarskeið, sum teir báðir hava fordjúpað sjeg í, og tað er eitt stórt arbeiði at skriva eitt sórit manuskript, sigur forkvinnan í Suðuroyar Sjónleikarafelag.
Hetta hundrað ára tíðarskeiðið er ein rættiliga spennandi partur av Suðuroyar søgu, ið sum kunnugt er rík og serlig.
Felagið hevur arbeitt saman við Jákup Veyhe fyrr. Tey settu eina kabarett upp í 2019. Ein stór kabarett, sum varð spæld í SALT og eisini í Norðurlandahúsinum tvær ferðir. Ein brakandi succes.
Tey settu seg aftur í samband við Jákup, ið helt, at tað kundi verið stuttligt at gjørt ein leik við støði í søguni í Suðuroynni. So her er ivaleyst at fara eftir, ikki minst á tí nýggja og víðfevnda skjalasavninum á Tvøroyri.
Tað hevur alla tíðina verið eitt endamál hjá Suðuroyar Sjónleikarafelag at hava professionell fólk aftrat sær fyri at lyfta tey upp á tey á tað stig, tey eru nú, og sjálvandi uppaftur longur upp.
Stuttleiki krevur nógv
Bæði kabarett og skemtileikur krevja nógv av leikarum, so tað er í roynd og veru eitt álvarsligt stig at taka yvirhøvur at fara undir slíkar leikir.
- Okur mangla at spæla "alvorligan leik", og tað gleði jeg mjeg til at sleppa at prøva.
Mariann Johansen sigur, at tá ið mann fer undir eitt sovorðið felag sum til dømis Suðuroyar Sjónleikarafelag, hevur mann brúk fyri pengum fyri at kunna fara í gongd við tað næsta prosjektið og aftur tað næsta prosjektið, so er tað nokk so lætt at fara eftir kabarettini og skemtileiki, tí tað eru stuttleikin og skemtið, ið draga fólk til sín.
- So jeg haldi, at tað var tað rætta at gera í fyrstani, sigur hon og leggur dent á, at Meginfelag Áhugaraleikara Føroya (MÁF), Tvøroyrar kommuna, Mentanargrunnur Landsins og Lions Suðuroy og onnur hava vælviljað dugnað og stuðlað Suðuroyar Sjónleikarafelag.
Mariann Johansen, forkvinna í Suðuroyar Sjónleikarafelag ivast kortini ikki í, at tey fara at royna ymiskar sjangrur, men alt tekur tíð at byggja upp. Tað veit hon, sum annars hevur nógv um at vera dagliga. Og einaferð verður tað soleiðis, at hon fer at leggja frá sær.
Men! Og tað er eitt stórt men. Hon ætlar ikki at lata felagið koma til óreiddar umstøður. Suðuroyingum dámar at spæla sjónleik, sigur hon.
Mariann Johansen er bundin og bitin av leiklistini Suðuroyar Sjónleikarafelag at gagni.
(Greinin var upprunaliga við í ársins seinastu Dimmalætting frá í fjør - nýggjársblaðnum)