Suðuroyggin verður royndarøki á heilsuøkinum

Hetta verður slóðbrótandi arbeiðið, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum

Áki Bertholdsen
30. oktober 2024 kl. 13:25

Nú verður farið undir arbeiðið at umskipa heilsutænasturnar kring landið og í næstu viku fer Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um heilsutænastur í nærumhvørvinum, sum tað eitur.

Og ætlanin er at byrja í Suðuroynni, sum sostatt verður eitt royndarøki í hesum sambandi.

Tí er ætlanin at fara undir ymsar royndarskipanir um, hvussu heilsutænastur í Suðuroy kunnu skipast fyri at tryggja suðuroyingum dygdargóðar heilsutænastur við bestu, heilsufakligu góðsku.

Endamálið við uppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið í næstu viku, er gera tað møguligt at arbeiða við royndarskipanum.

Tí er farið undir fyrireikandi arbeiði longu nú, soleiðis at tað er møguligt at fara undir eina royndarskipan, tá ið lógin kemur í gildi.

Mánadagin var Margit Stórá, landsstýriskvinna á rundferð í Suðuroy og har hitti hon borgarstjórarnar, leiðslurnar á Suðuroyar sjúkrahúsi og Suðuroyar Bú- og heimatænastu, umframt kommunulæknarnar.

Margit Stórá kunnaði um, at arbeiðið at bøta um heilsutænasturnar fer at verða gjørt í einum tøttum samstarvi millum viðkomandi partar í Suðuroynni.

– Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri heilsustarvsfólk í Suðuroynni, fólk í Suðuroynni og Heilsumálaráðið, skal gera uppskot til ítøkiligar royndarskipanir, sum skulu tryggja, betra og menna heilsutænastur til suðuroyingar, sigur hon.

Arbeiðsbólkurin verður settur í næstum.

Tá royndartíðarskeiðið er liðugt, skulu royndarskipanirnar eftirmetast. Úrslitini frá royndarskipanunum skulu brúkast til at menna heilsuøkið í Suðuroynni. 

– Tær fyrstu royndarskipanirnar verða gjørdar í Suðuroynni, sum harvið verður slóðbrótandi á hesum øki, sigur hon.

– Eftir ætlan, fer hetta at hava við sær eina betri heilsustøðu hjá suðuroyingum – og serliga hjá teimum, sum hava størstan tørv á heilsutænastum, tað eru eldri fólki, fólki við varandi sjúkum og fólki við serligum tørvi og avvarðandi teirra.

Seinni verður farið undir at gera aðrar royndarskipanir kring landið, sigur Margit Stórá.