Sum vit skrivaðu í morgin heldur fólkatalið í Føroyum fram at veksa - tó at vøksturin verri enn so er so stórur longur, sum hann annars hevur verið hesi seinastu árini.
Eyðvitað er tað ymiskt, hvussu stórur vøksturin hevur verið kring landið, men hesi seinastu árini hevur tað verið týðiligt, at tað er ikki minst í Eysturoynni, helst í bygdunum við tunnilsmunnarnar í Eysturoyartunlinum, at fólkatalið er vaksið nógv.
Hesi seinastu árini er tað tó serliga tvey øki, har afturgongdin hevur verið stór, og tað er í Sandoynni og í Suðuroy.
Men hetta seinastu árið er sama gongdin farin at síggjast í Sandoynni, sum tað sást á Skálafjørðinum tá ið Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu.
Og tað merkir, at hetta seinasta árið er fólkatalið í Sandoynni vaksið nokk so fitt.
Í Sandoynni búðu 1.269 fólk fyri einum ári síðani, men í oktobur í ár búðu 1.306 fólk í Sandoynni, ella 37 fólk fleiri, ella ein vøkstur upp á 2,8 prosent
Hinvegin er afturgongdin framvegis stór í Suðuroynni. Fyri einum ári síðani búðu 4.598 fólk í Suðuroynni, men í oktobur í ár er fólkatalið minkað 43 fólk, tí nú búgva 4.555 fólk í Suðuroy. Tað er ein minking upp á 0,9 prosent.
Í Suðuroynni er tað serliga Vágur, og eisini Hvalba, sum bløða illa.
Í Vági búðu 1.344 fólk í oktobur í ár og tað eru 28 fólk færri enn fyri einum ári síðani og sostatt er talan um eina minking upp á tvey prosent.
Upp á seg stendur upp aftur verri til í Hvalba, tí har búgva 634 fólk nú, og tað eru 15 fólk, ella 3,7 prosent minni enn fyri einum ári síðani.