Suðuroyarunnilin kemur - men samstundis skal pensjónsaldurin hækkast

Samgongan hevur avtalað, at vit skulu taka støðu til at hækka pensjónsaldurin áðrenn farið verður undir Suðuroyartunnilin

Vit hava eina greiða avtalu í samgonguni, sigur Ruth Vang, í miðjuni, við Margit Stórá og Høgna Hoydal
Áki Bertholdsen
8. oktober 2024 kl. 13:37

– Suðuroyartunnilin verður veruleiki - við ella uttan Framsókn. Tað staðfestir Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og forkvinna í Framsókn.

Bæði tá ið Løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina, og eykafíggjarlógina, fekk Suðuroyartunnilin eyðvitað fitt av umrøðu.

Hon sigur, at so frægt av skilið hevur hon, at hon hevur fatað, at suðuroyartunnilin kemur - um Framsókn er við, ella ikki.

Samgongan ætlar at seta 100 milliónir av til endamálið á fíggjarlógini næsta ár, og tað sama á teimum næstu fíggjarlógunum fyri komandi árini.

Men Ruth Vang ger púra greitt, at hetta merkir ikki tað sama sum at samgongan longu hevur samtykt at fara undir Suðuroyartunnilin.

Hon sigur, at talan er framvegis um fyrireikandi kanningar og í tí sambandi er endamálið at bjóða tunnilin út. Tá ið boðini eru komin inn, vita vit hvat tunnilin kostar og ikki fyrr enn tá kann ein endalig avgerð takast.

Men Ruth Vang ger samstundis greitt, at hon heldur fast um, at skulu vit undir Suðuroyartunnilin, skulu nýskipanir setast í verk í sama viðfangi Og hon leggur afturat, at tann heilt stóra nýskipanin verður at hækka pensjónsaldurin.

– Vit fara at taka støðu til pensjónsaldurin, áðrenn vit fara undir Suðuroyartunnilin, tað hava vit í samgonguni eina greiða avtalu um, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.