Ongi úrslit

Suðuroyartunnilin skal ikki samtykkjast fyrr enn allir møguleikar eru kannaðir

Tingmaður fyri Sambandsflokkin heldur, at ein alternativ tunnilsætlan skal bjóðast út

Áki Bertholdsen
24. apríl 2025 kl. 21:18

Málið um at projektera og bjóða Suðuroyartunnilin út, skal ikki samtykkjast í Løgtinginum fyrr enn allir møguleikar eru kannaðir.

Tað sigur Johan Dahl, tinngmaður fyri Sambandsflokkin í dag.

Almenna Tunnilsfelagið hjá Landsstýrinum hevur arbeitt við eini tunnilsætlan í nøkur ár, og tey eru komin eftir, at besta loysnin er ein tunnil av Skarvanesi til Sandvíkar.

Møguleiki verður eisini fyri at gera ein teym upp í Skúgvi, men tað verður við einum brøttum tunli, sum ikki verður opin fyri almenninginum, men bara fyri tey, sum fáa eitt serligt loyvi til tað.

Men síðani hevur ein privatur tunnilsbólkur sett eitt annað uppskot fram, sum gongur av Sandi framvið Skúgvi, har ein rundkoyring verður gjørd á botni og so gongur ein teymur upp í Skúgvi - og haðani verður tunnilin so boraður til Sandvíkar.

Í privata tunnilsbólkinum eru Mourits Joensen, búskaparfrøðingur, Jón Danielsen, stjóri í Articon, sum hevur verið við at gera fleiri tunlar, og Kristian Stórhamar, sum hevur drúgvar royndir við arbeiði í undirsjóvartunlum. 

Tunnilsfelagið hevur hildið fast um, at tey hava frægastu, og tryggastu loysnina, men nú sáar Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, iva um ætlanina.

Hann sigur í dag, at einki uppskot um Suðuroyartunnilin skal samtykkjast fyrr enn allir møguleikar eru kannaðir.

Hann sigur, at talan er um eina so stóra og dýra verkætlan, at vit skylda sær sjálvum, og Føroya fólki, at allir møguleikar verða kannaðir út í æsir.

Tí skal alt tað fyrireikandi arbeiðið gerast til fulnar, so tá ið avgerðin verður tikin, er vissa fyri, at ta er tann rætta loysnin.

Tí heldur hann, at báðar verkætlanirnar skulu projekterast og bjóðast út, bæði verkætlanin hjá Tunnilsfelagnum og verkætlanin hjá privata tunnilsbólkinum.

– Tað er ikki rímiligt, at ein ávís loysn verður kroyst niður yvir høvdið á løgtingslimum, sigur Johan Dahl. Og tí heldur hann, at alt forarbeiðið má gerast til lítar.

 

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

16 tímar síðan

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30