Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava núskrivað undir eina avtalu um, at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur 1. januar næsta ár
Íleggingargrunnurin hevur verið umsitin av føroyskum myndugleikum síðani 1976, men formliga hevur grunnurin ikki verið føroyskur.
– Longu nakrar vikur eftir, at eg gjørdist løgmaður, tók eg hetta upp við danska forsætisráðharran, og eg havi tikið hetta upp í fleiri umførum síðani. Eg fegnist um, at danska stjórnin nú gongur føroyska ynskinum á møti, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi
Nú Íleggingargrunnurin verður fluttur á føroyskar hendur, eru smáar 700 milliónir krónur í grunninum, og nú fáa Føroyar fult ræði á hesum kapitali. Tað merkir, at Løgtingið nú kann gera av, hvat peningurin skal brúkast til.
Løgmaður ætlar, at helvtin av pengunum skal brúkast til nýggja farstøð í Vága Floghavn. Og verður støða tikin til at gera Suðuroyartunnilin, skal hin helvtin brúkast til tað.
Løgmaður ætlar, at fíggingin úr grunnurin skal veitast yvir eitt áramál. Ætlanirnar hjá løgmanni krevja sjálvandi, at undirtøka er fyri hesum í Løgtinginum.