Stýrir krystallum við tónleiki

14 ára gamla Tóra hevur granskað, hvussu ljóð ávirkar støddina á krystallum

Bryndis Hjartardóttir
17. juni 2020 kl. 15:30

Um tónin er djúpur ella høgur kann gera av, hvussu støddin á krystallum verður. Tað vísa royndirnar, sum Tóra Tróndardóttir Bærentsen hevur gjørt í samband við granskingarkapping millum ung í Danmark. 

Tóra er 14 ára gomul og er búsitandi í Danmark. Verkætlanin hjá henni um ljóðárin á krystall var í vár við í kapping fyri ungar granskarar.

Tað er nátturuvísindardepilin Astra, sum skipar fyri kappingini Ungir Granskarar, og verkætlanin hjá Tóru kom við í finaluna.

Verkætlanin hjá Tóru vísti, hvussu ljóð kann stýra tilgerðini av krystallum, sum fer fram, tá ein løgur verður fastur.

Í verkætlanini vóru royndir gjørdar við at ávirka løgin við ljóðum úr einum hátalara, meðan hann varð krystallaður. Hetta vísti, at ljóðaldurnar hava beinleiðis ávirkan á skapið á krystallunum, til dømis gera høgir tónar stór krystall og djúpir tónar gera smá krystall.

- Tað hevur týdning á nógvan hátt at kunna ávirka støddina á krystallum. Við at stýra, hvussu stór krystallini í til dømis metalli verða, ber til at gera av, hvussu hart metallið verður. Og við at gera krystallini í ísi størri, kann ísurin fáast at bráðna spakuligari, sigur Tóra Tróndardóttir Bærentsen við gransking.fo.