Stuttsøgusavnið “Ikki í dag” komið út

Á hvørjum ári síðan 2017 hevur verið skipað fyri stuttsøgukapping, fyrst í studentaskúlanum í Hoydølum og síðani á Glasi. Nú er bók komin út við stuttsøgum frá kappingini í 2021

Sigurjón Einarsson
1. oktober 2022 kl. 17:47

Á hvørjum ári síðan 2017 hevur verið skipað fyri stuttsøgukapping, fyrst í studentaskúlanum í Hoydølum og síðani á Glasi.

Undirtøkan fyri kappingini millum næmingar skúlans hevur verið stór øll árini og tilsamans eru heili 311 søgur sendar inn til kappingina. Nú er bók komin út við stuttsøgum frá kappingini í 2021.

Týskvøldið 20. september var útgávutiltak fyri nýggja stuttsøgusavninum, sum næmingar hava skrivað. Tiltakið var í Sirkus í Havn og var sera væl vitjað. Fimm høvundar lósu upp og tey vóru Eyðbjørg Reynslág, Annika Dalsgaard, Fía W. Poulsen, Sølvi Hoydal og Tórur Andreas Andreasen.

Savnið hevur fingið heitið: “Ikki í dag,” eftir vinnarasøguni hjá Eyðbjørg Reynslág, ið er ættað av Argjum.

Eyðbjørg lesur úr vinnarasøguni (Mynd: glasir.fo)

311 søgur og tríggjar bókaútgávur
Samanlagt 311 søgur eru komnar inn til kappingina hesi árini síðan 2017, tá eisini fyrsta savnið kom út. Undirtøkan øll árini hevur verið sera góð.

Fyrsta árið – í 2017 – komu heili 61 søgur inn til kappingina, og eftir at dómsnevndin hevði mett um søgurnar og vinnararnir vórðu kunngjørdir, varð avgerð tikin um at geva tær bestu søgurnar út í einum savni. Savnið fekk heiti eftir vinnarasøguna ta árið, “Kamparænarin.” Síðan gingu trý ár við kapping, og í 2020 varð gjørt av at geva savn út við vinnarasøgum og topp trý søgum frá hesum tíðarskeiði. Savnið fekk heiti eftir vinnarasøguni í 2020: “Fjølmánar.”

Í ár kom so nýggjasta savnið út við søgum, sum komu inn til kappingina í 2021.

Rithøvundar í framtíðini
Heimasíðan hjá Glasi skrivar, at spennandi verður at fylgja ungu rithøvundaspírunum í framtíðini.

– Vit  vita longu nú, at onkur av teimum, sum hava sent inn til kappingina undanfarin ár lesa á Ritlist-útbúgvingini á Setrinum, meðan onnur eru farin víðari at lesa bókmentir og hava givið meira út. Hvør veit, kanska fara onkrir rithøvundar í framtíðini at siga, at teir skrivaðu sínar fyrstu stuttsøgur til stuttsøgukappingina á Glasi, skrivar heimasíðan.

Bókin fæst til keyps í bókabúðunum og í Móttøkuni á Glasi.