Stutt flutt føroysk framleiðsla

Føroyskt grønmeti verður nú til keyps hvønn mikudag í Vágsbotni í Havn

Sigurjón Einarsson
15. oktober 2021 kl. 12:30

Nú heystið er komið, verður føroyskt grønmeti at fáa til keyps í Vágsbotni í Havn hvønn mikudag klokkan 14.

FNU - Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag - skrivar í einum tíðindaskrivi, at:

- Hetta er framúr grønmeti við framúr góðsku og smakki, sum kemur frá grønmetisframleiðarum í Sandoynni. 

FNU vil við hesum varpa ljós á týdningin av, at vit øll, hvør sær, stuðla øllum, sum framleiða føroyskt grønmeti.

- Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum framleiða størri part av tí, sum vit eta, tí tað er bæði gott fyri búskapin og tað er gott fyri umhvørvið, at maturin, sum vit eta, skal so stutta leið, sum til ber og harvið hevur minni CO2 útlát. Og ikki minst, er tað ein góð kensla, at vit í Føroyum megna at skapa “stutt fluttar føroyskar framleiðslur” á høgum gastronomiskum støði, stendur at lesa í tíðindaskrivinum. 

Víðari sigur FNU, at tey fegnast um gongdina seinnu árini, sum ikki minst er eyðsýnd í Sandoynni, har bæði bøndur og Veltan, sum er eitt felag hjá framleiðarum av grønmeti og matvøru í Sandoynni, taka stór stig.