Stúrdu fyri einum manni við byrsu
Løgreglan sigur kortini, at har var einki ólógligt á ferð
Áki Bertholdsen
2. juli 2024 kl. 08:55
Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna, tí tey vóru stúrin um ein mann, sum tey hildu hevði byrsu.
Hetta var á havnarlagnum á Toftum, sum sat í einum akfari, sum minti um ein traktor við onkrum, sum líktist eini byrsu.
Løgreglan fór á staðið at kanna málið, men tey siga, at har var einki at stúra fyri.
Løgreglam sigur, at tað vísti seg, at tað var ein maður, sum sat við luftbyrsu, sum hann brúkti at styggja likkur av havnarlagnum við.
Løgreglan sigur, at tað var einki ólógligt í tí, og maðurin hevði heldur ikki skotið nakra likku.