Stúra fyri at trupulleikin verður størri

Vit mugu hugsa um, hvørjar trupulleikar hetta loysir, og hvørjar trupulleikar hetta skapar, heldur býráðslimur í Havn

Áki Bertholdsen
31. oktober 2024 kl. 13:48

Tórshavnar býráð hevur nú samtykt, at hereftir skulu útlendingar, sum koyra við bussunum hjá Bussleiðini, rinda ferðaseðil fyri túrin.

Meirilutin av býráðnum heldur ikki, at tað er rættvíst, at skattgjaldarin í Havn skal rinda fyri, at útlendingar sleppa at koyra ókeypis.

Samstundis er tað eitt bakkast fyri tey, sum koyra hýruvogn, tí tá ið ferðfólk koma til Føroya, fáa tey at vita, at í teimum reyðu bussunum er tað ókeypis at koyra runt í kommununi, og tí missa hýruvognarnar nógvar túrar.

Samstundis hendir tað seg meiri enn so, at skattgjaldarar í kommununi sleppa ikki við bussunum tí teir eru fullur av útlendingum.

Men tað eru ikki øll sum halda, at tað fer at loysa trupulleikan, at ferðafólk skulu rinda fyri ferðaseðilin. Serliga eru tað býráðslimirnir hjá Tjóðveldi, sum eru ivingarsamir.

– Eg dugi ikki at síggja, at hetta fer at loysa trupulleikan, heldur Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi.

Tvørturímóti heldur hann, at nú fara ferðafólk at fáa eina app, beinanvegin tey stíga íland í Føroyum. Hann heldur, at hetta er nettupp at eggja teimum at brúka bussin og tá væntar hann, at bussarnir fara at verða sprenfullir í nógv størri mun enn nú.

Gunvør Balle, sum eisini er býráðslimur fyri Tjóðveldi, heldur, at helst fer hetta at stimbra upp undir rættvísiskensluna hjá teimum, sum hava ilt av, at koyringin er ókeypis fyri øll.

Men hon minnir, at tað kostar 143.000 krónur at menna appina, útlendingar skulu keypa ferðaseðilin á, og harafturat kostar tað 50.000 um árið at reka appina.

Samstundis er ætlanin ikki at hava eftirlitsfólk við bussunum, so í roynd og veru kunnu ferðafólk snýta sum tey vilja.

Hon væntar ikki, at tey fáa so nógv inn í inntøkum av ferðaseðlum frá útlendingum, at tað dekkar útreiðslurnar til at gera appina og at reka hana.

– Hetta er ikki stríðið vert, heldur Gunvør Balle.

Elsa Berg, sum somuleiðis er býráðslimur fyri Tjóðveldi spyr, hvat ætlanin er við Bussleiðini, tá ið útlendingar skulu rinda fyri ferðaseðilin,

Hon spyr um bussarnir fara at koyra meiri, ella hvat ætlanin er at brúka inntøkurnar til.

– Ella er endamálið at fáa útlendsk ferðfólk at gevast at koyra buss, hóast nettupp tað er við til at gera ferðavinnuna burðardygga, spyr Elsa Berg.

Tí tekur hon undir við Gunvør Balle um at vit skulu steðga á og brúka tíðina at hugsa um, hvørjir trupulleikar verða loystir við hesum, og hvørjir trupulleikar verða skaptir, tí Bussleiðin er við til at gera ferðavinnuna burðardygga - og tað tænir ongum, at teir koyra tómir.

Tvørtur ímóti heldur hon at tað kann verða ein fyrimunur hjá bygdunum at fáa fleiri ferðafólk, tí tað kann slóða fyri, at vinnuligum ferðafólkavirksemi á bygdunum.

Hon ásannar, at ferðavinnan eftir ofta til ferðsluruðuleika í Kirkju, men hon heldur ikki, at loysnin er at forða ferðafólki at brúka bussarnar, so at vit fáa fleiri leigubilar ella hýruvognar ístaðin.