Ongi úrslit

Stúra fyri at føroyskir sjómenn flýggja úr Noregi

Nú skulu teir rinda meiri í skatti í Føroyum og tað máar støðið undan inntøkuni

Áki Bertholdsen
7. mai kl. 09:34

Norskir reiðarar stúra fyri, at føroyskir sjómennn fara at flýggja úr Noregi. Tað skrivar Maritin Logg í Noregi.

Og miðilin skrivar eisini, at tað kann verða eitt álvarsligt bakkast fyri norska sjóvinnu, tí tey hava longu frammanundan stórt trot á sjófólki.

Føroyskir sjómenn vísa á, at norska krónan er lítið verd aftur ímóti okkara krónu.

Ein norsk króna er ikki meiri enn 64 oyru í føroyskum pengum og nú skatturin eisini hækkar í Føroyum, máar tað inntøkugrundarlagið undan inntøkuni, siga norskir sjómenn við Maritim Logg.

Ragnar Mouritsen, sum hevur siglt við norskum skipum í 20 ár, sigur við miðilin, at hann kennur einar 50 føroyskar sjómenn, sum eru farnir av norskum skipum, ella sum umhugsa at gera tað. Teir flestu av teimum flyta til Danmarkar.

Hann sigur, at donsk reiðarí hava aldrin havt so nógvar umsóknir frá føroyskum sjófólki enn nú.  

Manningarstjórin í Olympic Subsea, sum hevur 20 føroyingar í starvi, sigur, at tey hava longu mist fleiri føroysk sjófólk, og hann stúrir fyri, at fleiri fara sama veg.

Stjórin í felagnum fyri navigatørar í Noregi, sigur við Maritim Logg, gongdin er óheppin, tí tað er manningartrot í norsku sjóvinnuni.

Tey hava eisini hugsað um, antin tað er brot á norðurlendsku skattaavtaluna, men tað hevur Fíggjarmálaráðið í Noregi afturvíst. Tey siga, at skattaviðurskiftini í Føroyum eru ikki eitt mál fyri norsar myndugleikar.

Karsten Sprenger, ráðgevari í felagnum fyri norsk strandaeiðarí í Noregi, sigur, at tey fara at fylgja málinum upp. Tey sakna eitt norðurlendskt samstarv fyri at fáa tað, tey kalla støðug og rættvís skattaviðurskifti í sjóvinnuni.

Mest lisið hesa vikuna

Útlendskur ferðamaður vendur í hurðini

10. mai kl. 09:11

Framferðin hjá Ísrael er fólkamorð - og her valdar tøgn

8. mai kl. 08:40

Ógvusligt ferðsluóhapp - bilførarin sat fastur í bilinum

11. mai kl. 09:16

Floytan tagnað – Takk fyri alt, Niklas

7. mai kl. 18:56

Stúra fyri at føroyskir sjómenn flýggja úr Noregi

7. mai kl. 09:34

Um nøkur ár verður pensjónsaldurin nógv LÆGRI enn nú

7. mai kl. 20:00