Stuðulsspælari hevur skrivað undir við B36

Hannes Agnarsson er ein av kvikastu spælarunum í føroysku kappingini

Jóannes Hansen
31. januar 2024 kl. 17:31

B36 skrivar soleiðis í dag:

Hannes Agnarsson verður eisini eitt av hóttandi álopsvápnunum hjá Dan Brimsvík í ár. Hannes hevur skrivað undir sáttmála við B36 fyri kappingarárið 2024.

Ágrýtni og kviki álopsspælarin hevur bara umboðað barndómsfelagið í føroyskum fótbólti. Hann hevur higartil spælt 155 dystir og skotið 24 mál fyri besta mansliðið. Hann er eisini skrásettur fyri fimm landsdystir fyri Føroyar, veit faroesoccer at siga..
Eitt skifti spældi hann eisini fyri HIK í Danmark.
Hannes verður 25 ár í næstum og fer nú undir sítt níggjunda kappingarár í hvítu troyggjuni.