Danska kongshúsið roynir ofta at virka meira fólkaligt. Tá ið Christian krúnprinsur í fjør fylti 18 ár, bjóðaði hann nógvum vanligum ungum úr ríkinum til føðingardag, og fleiri føroyingar luttóku.
Men hetta samsvarar ikki so væl við forbrúkið. Tá ið krúnprinsurin herfyri bleiv studentur, var tað ílatin skjúrtu, sneakers og ur fyri yvir kr 82.000,- goldið av danska skattgjaldaranum, hevur Ekstrablaðið roknað seg fram til.
Lítlasystrarnar høvdu samstundis háls- og armbond fyri yvir kr 28.000,- úr sama kassa.
Danska kongshúsið fekk tilsamans meira enn 117 milliónir krónir í løn í fjør. Enn fær krúnprinsurin ikki sína egnu løn, men tað byrjar hann væntandi at fáa í ár. Ein meting sambært BT er, at 18 ára gamli Christian skal fáa umleið 9 milliónir krónir um árið í løn fyri sítt starv sum krúnprinsur. Tað svarar til, at allur skatturin hjá 91 danskarum í miðal fer til lønina hjá krúnprinsinum.