Stripsaði hálsin fastan til stólpan

Starvsfólk hjá Everton mátti finna ein boltsaks fram til at klippa eitt mótmælisfólk leyst, ið rann inn á vøllin og stripsaði seg fastan til ein stólpa í dystinum millum Everton og Newcastle

Sigurjón Einarsson
18. mars 2022 kl. 10:21

Andlitsbráið hjá Everton-málmanninum, Asmir Begovic, sigur tað nokkso væl. Hann sær milt sagt sera bilsin út (á myndini omanfyri), tá eitt mótmælisfólk valdi at stripsa seg fastan á málstólpan aftanfyri Everton-málverjan.

Dysturin í gjárkvøldið millum Everton og Newcastle á Goodison-leikvøllinum fara vit ikki at minnast fyri flott fótbóltsspæl, tí tað var tað ikki, men heldur fyri eina løgna hending.

Tíðliga í seinna hálvleiki rennur ein áskoðari á vøllin, fer yvir móti Everton-málinum og stripsar hálsin fastan til annan stólpan.

Áskoðarin – ella rættari sagt – mótmælismaðurin var ílatin eina appilsingula t-troyggju, har tað stóð “Just Stop Oil”.

Í Føroyum hevði onkur við knívi í lummanum fingið greiðu á fløkjuni, verður ein freistaður at siga, men tað gekk rúm tíð at finna okkurt amboð at skera stripsið og fáa mannin leysan aftur.

Eftir sjey-átta minuttir kemur eitt Everton-starvsfólk rennandi við einum boltsaksi, men illa gekst at fáa kvett hetta vælsignaða stripsið. Eftir tógvið stríð eydnaðist so at fáa mannin leysan aftur, og so kundi dysturin takast uppaftur. Tá var støðan 0-0.

Eitt starvsfólk kemur við einum boltsaksi

Maður við sveittabroti roynir at klippa stripsið, men tað tók sína tíð at klippa tað

Mótmælismaðurin verður borðin av vølli, og so kann dysturin byrja aftur. Men hann fekk sín boðskap út

Dómarin legði 14 minuttir afturat, og her eydnaðist tað Everton – við einum manni færri á vøllinum vegna eitt reytt kort – at fáa mál, tá Alex Iwobi skoraði einasta málið í dystinum.

Tað hevur gingið av skriðuni til hjá Everton hetta kappingarárið. Árið byrjaði væl, men seinastu tíðina hevur bláa liðið í Liverpool enda í niðri í botnstríðnum. Tí var sigurin móti Newcastle í gjár sera týdningarmikil.

Everton liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna, meðan mótstøðuliðið í gjárkvøldið, Newcastle, er á 14. plássi í Premier League.