Streymurin farin um alt meginøkið

Sev kannar brekið

Áki Bertholdsen
15. desember 2023 kl. 16:14

Fyri eini løtu síðani fór streymurin um alt meginøki.

So vítt, vit vita, er tað bara í Suðuroy, at alt er, sum tað skal.

Á Sev siga tey, at tey eru farin at leita eftir brekinum, og tey vænta, at streymurin er aftur um ein tíma, ella um fimmtíðina.