Streymslit í meginøkinum í gjáranáttina

Streymslit var um alt meginøkið náttina til fríggjadagin

Rúni Korsgaard
24. mai 2024 kl. 12:35

Orsøkin var feilur á Sundsverkinum. Hetta boðar SEV frá á heimasíðu síni.

Streymurin fór kl. 02.40 og umleið ein tíma seinni høvdu flestøll fingið streymin aftur, tó ikki í Norðstreymoy.

Sundalagið lá longst í streymloysi, men beint fyri kl. 5 var streymurin eisini aftur har, kunnar SEV um.