Stresstestaðu flogbera við at spreingja 18 tons av spreingievni nærhendis skipið

Ein Full Ship Shock Trials (FSST) stresstest er fyri at vita, um krígsskip megna avleiðingar av kríggi

Sigurjón Einarsson
21. juni 2021 kl. 15:15

Meira enn 18.000 kilo av spreingievni varð herfyri brúkt til at stresstesta eitt herskip í tænastu í amerikanska flotanum, fyri at vita, um krígsskipið kann megna avleiðingarnar, ið standast av kríggi.

Amerikanski herurin stóð sjálvt fyri spreingingini, sum flogberin USS Gerald R. Ford mátti standa modell til. U.S. Geological Survey metti, at spreingingin svaraði til ein jarðskjálvta á 3,9 á Richter-skalanum.

Amerikanski flotin ger í hesum døgum fleiri líknandi stresstestir uttanfyri amerikansku eysturstrondini. USS Gerald R. Ford megnaði hesa heldur harðligu royndina, men skipið liggur nú aftur við bryggju, har ábøtur skulu gerast og annað eftirlit gerast.

USS Gerald R. Ford er 333 metrar langt og 78 metrar breitt og kann bera upp til 75 flogfør umborð.

Spreingingin sæst her:

Kelda: BBC News