Tað verður talt niður suðuri í Magdeburg í Týsklandi.
Eftir stórsigurin í gjár ímóti Angola fyrireikar føroyska U-21 landsliðið seg til lyklauppgerðina í bólkaspælinum, sum verður klokkan 10 fyrrapartin hósdagin. Tá fara Føroyar at spæla ímóti Japan.
Hondbóltssambandið skrivar soleiðis:
Føroysku U21-mennirnir hava dystarfrí í dag. Liðið hevur vant í morgun, havt taktikk fund og sæð seg um í Magdeburg nú seinnapartin.
Dysturin móti Japan í morgin verður ógvuliga avgerandi í kappingini um at gerast nr. 1 ella 2 í bólkinum og harvið víðari luttøku í kappingini um at koma í fjórðingsfinalurnar. Bjarni í Selvindi mátti fáa fýra pentur í pannuna eftir ein samanstoyt í dystinum í gjár, men hann verður sannlíkt klárur til dystin í morgin. Brian Slyne fekk eisini ein stoyt í kjálkabeini og skuldi eisini eftirhyggjast, men hann er eisini klárur.
Dysturin móti Japan í morgin byrjar kl. 10.00 og vísir KVF dystin. Japan tapti fyrsta dystin í kappingini móti evropameistarunum úr Spania, 43-28, skrivar HSF í kvøld.