Tað var spenningur fyri allar pengarnar, tá ið onnur FM finalan í kvinnuhondbólti í kvøld var á Skála, har StÍF var vertur og Kyndil var gestur.
Kyndil vann tepran 26 – 25 sigur, og tað ber við sær, at Kyndil verður meistari, um tað eisini eydnast at vinna triðju finaluna, sum verður í Hoyvíkshøllini seinnapartin leygardagin.
Kyndil vann sunnudagin fyrstu finaluna so sera sannførandi. Tá var úrslitið 36 – 18.
Í kvøld myndaði tað seg heilt øðrvísi. Strandakvinnur vóru avgjørdar í verjuni og í málinum var Momoko Debes rættiliga stinn.
Í StÍF álopinum var tað serliga Natasja Hammer, sum gjørdi um seg. Hon var toppskjútti við átta málum, og so vóru tað tríggjar, sum skoraðu fimm mál: Malene Madsen, Emma Skovmand og Yulka Kurimoto.
Hjá Kyndli vóru Bjarta Osberg Johansen og Turið Arge Samuelsen toppskjúttar við fimm málum, og Johan Johannesen og Nadja Pejovic skoraðu fýra mál.