Emma Skovmand og Egi G. Danielsen, formaður í StÍF. Mynd: StÍF
Strandingar hava fingið styrk úr Danmark
25 ára gamla Emma Skovmand er nýggjur høgri bakkur hjá StÍF
Jóannes Hansen
1. februar 2024 kl. 16:03
Besta kvinnuliðið hjá StÍF hevur fingið ein nýggjan spælara, sum fer at spæla við liðnum restina av hesum kappingarárinum.
Leikarin er Emma Skovmand, og kemur hon úr Danmark. Emma er 25 ár og spælir høgri bakkur. Honn hevur spælt við HF Sønderborg, Sønderjyske Ungdom, Sønderjyske og IK Skovbakken.
Emma er spent at spæla við StíF og at geva sítt íkast til hondbóltin og trivnaðin í StÍF.
Næsti dystur hjá StÍF verður sunnudagin klokkan 14, tá ið tær á Strondum fáa vitjan úr høvuðsstaðnum av Kyndli.
StÍF kvinnurnar eru á fjórða plássi við 18 stigum fyri 14 dystir.