Strandferðslan misbrúkt á internetinum

Strandferðslan ávarar fólk ímóti at lata seg lumpa

Áki Bertholdsen
29. august 2024 kl. 11:54

Strandferðslan hevur nú fingið at vita, at ein følsk Facebook síða er stovnað í navninum á Strandferðsluni.

Síðan er á íslendskum og har verður lokkað við ókeypis ferðakortum frá Strandferðsluni. Ferðakortini eru ókeypis fyri at hátíðarhalda meiri enn 100 dagin sum almennur stovnur - men í dag er seinasta freist at fáa ókeypis ferðakort.

Fyri at fáa tað, skal mann trýsta á eitt leinki.

Soleiðis sær tann falska strandferðslu-síðan út

Men Strandferðslan sigur, at hetta er ein følsk síða, sum einki hevur við Strandferðsluna at gera - og tað ber altso ikki til at fáa ókeypis ferðakort frá Strandferðsluni. 

Samstundis heitir Strandferðslan á fólk um ikki at trýsta á leinkjuna.

Tey siga eisini, at tey hava givið Facebook boð um síðuna og tey vóna, at hon verður strikað sum skjótast.