Strandferðslan hevur fingið nýggjan rakstrarleiðara

Hann hevur drúgvar royndir innan kiparakstur og sjóvinnu

Áki Bertholdsen
14. august 2024 kl. 23:29

Tað verður Niels Jørgen Nielsen, sum er nýggjur rakstrarleiðari á Strandferðsluni

Niels Jørgen Nielsen er 57 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan skiparakstur og sjóvinnu, sigu Strandferðslan í kvøld.

Niels varð skipsførari í 1989, og tey næstu 12 árini var hann stýrimaður og skipsinspektørur hjá A.P. Møller.

Árini 2013-19 sigldi var hann yvirstýrimaður og avloysaraskipari við Smyrli, og eina tíð var hann stýrimaður á Norrönu. 

Tá ið Skipaeftirlitið, nú Sjóvinnustýrið, var yvirtikið, var Niels sýnsmaður har í fýra ár. Hann hevur eisini fleiri ára starvsroyndir sum próvdómari hjá Akstovuni og lærari á Vinnuháskúlanum og Brandskúlanum. 

Umframt leiðaran er rakstrardeildin er mannað við skipinspektøri, tekniskum leiðara, manningarsamskipara og trygdarsamskipara.

Úti á skipunum eru skipararnir og maskinstjórarnir tættastu samstarvspartar hjá rakstrarleiðaranum, sigur Strandferðslan.