Strandaðir grindahvalir bjargaðir í Nýsælandi

Í Føroyum gera vit okkum ofta ómak at reka grind upp á strendur, men aðrastaðni kemur tað fyri, at teir av óvart strandast heilt sjálvir.

Mynd: fiskimálaráðið
Halgir Winther Nagata
25. november 2024 kl. 11:59

Fleiri enn 30 grindahvalir viltust sunnudagin upp á strondina í Nýsælandi. Hóast lokalir íbúgvar megnaðu at bjarga teimum flestu aftur til sjós, doyðu fýra hvalir. Eitt hátíðarhald varð hildið fyri teimum í dag. Tað skrivar Associated Press.

"Tað er ótrúligt at síggja ta veruligu umsorgan og samkenslu, sum fólk hava víst hesum stórsfingnu djórum. Hendan reaktiónin vísir á tað sterka sambandið, vit øll hava við okkara havumhvørvi," segði Joel Lauterbach, umboð fyri nýsælandsku Varðveitslustovuna.

Grindahvalir stranda ofta í Nýsælandi, og síðandi 1840 hava hvalir av óvart sett seg fastar á strendum meira enn 5.000 ferðir í landinum.