Føroysku lyftararnir vóru Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Leif á Bøgarði, og Sofus Bech kappaðust aftur undir sama felagið, AK Atlas.
Tað skrivar heimasíðan Stoyt.fo.
Uppsetanin av liðinum vóru hesir somu føroysku lyftarirnir og Bora Batur, ein danskur vektlyftari í 109kg bólkinum. Hendan kappingin snúði seg eisini um at savna stig saman við at lyfta flest kilo upp um høvd. Úrslitið verður uppgjørt eftir fýra teimum bestu íðkarunum í felagnum. Tó skal liðið altíð vera uppgjørt av báðum kynum. Teir 4 lyftararnir, sum kláraðu seg best, og megnaðu at vinna bronsu heiðursmerki vóru; Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, og Leif á Bøgarði.
Úrslitini hjá lyftarunum vóru hesi:
Maibrit Reynheim Petersen
Trekk: 76/79/82x
Stoyt: 95/99/101x
Samlað: 178kg
Niels Áki Mørk
Trekk: 90/95/100x
Stoyt: 105/111/117
Leif á Bøgarði
Trekk: 102/107x/107x
Stoyt: 133/138x/143x
Samlað: 235kg
Sofus Bech
Trekk: 105x/105/109
Stoyt: 133/138/142x
Samlað: 247kg
Omaná tað flotta bronsu heiðursmerki sum liðið vann, so var tað eisini onnur mál uppá spæl. Niels Áki Mørk, sum longu hevur megnað kravið til tað norðurlendska meistaraheiti í 2023, kappaðist við tí í huga at seta nýggj føroysk met í -67kg vektbólkinum. Hetta megnaði hann sanniliga. Royndini á 117kg í stoyt og tað samlaða úrsliti á 212kg vóru bæði tvey føroysk met.
Pól Hendrikur Andreasen hevði sum mál at lyfta 213kg í tí samlaða úrslitinium fyri at megna kravið til tað norðurlendska meistaraheiti í Landskrona í oktobur mána í ár. Pól megnaði 213kg til ta seinnu royndina í stoyt røðini.
Leif á Bøgarði hevði sama hugskot sum Pól, at megna kravið til tað norðurlendska meistaraheiti, men megnaði akkurát ikki at lyfta 143kg í stoyt, sum annars hevði verið nokk.
Maibrit er úttikin til tað norðurlendska meistaraheiti og kappaðist fyri at betra síni egnu føroysku met, tó miseyðnaðist hetta hóðast hennara úrslit stadivekk vóru alneyðug fyri liðkappingina
Sofus er eitt vet skal leggja nøkur fá kilo á sítt samlaða úrslit og var hendan kappingin ein har hann kundi betra síni lyft.
Venjari til kappingina av eingin annar enn Frank Petersen. Frank er stinnur venjari í vektlyfting og er venjari hjá summum at lyftarinum í Stoyt. Tá ið tað verður lyft uttanlanda er Frank ein avgerandi kraft til tey úrslitini sum vera lyft.