Stovna ein fjepparabólk til hondbóltslandsliðini

Týsdagin 15. februar verður stovnandi fundur í kantinuni í Høllini á Hálsi, har viðhaldsfólk hjá hondbóltslandsliðunum fara at stovna ein fjepparabólk, so meira lív verður til landsdystirnar

Sigurjón Einarsson
10. februar 2022 kl. 15:41

– Fótbólturin hevur Skansan. Og nú er ætlanin at byrja ein líknandi bólk til hondbóltslandsliðini. Hesin fundurin skal vera byrjanin til ein slíkan bólk, stendur at lesa í einari yvirlýsing á Facebook, sum millum annað sæst inni á Facebook-bólkinum, Hondbóltskjak.

Tað er ídni hondbóltsviðhaldsmaðurin, Ásbjørn Nielsson Nattestad, sum hevur tikið stig til at stovna fjepparafelagið.

Ætlanin við hesum landsliðsfjepparabólkinum er, at stuðulin til hondbóltslandsliðini skal hoyrast aftur til landsdystirnar.

– Ert tú fjeppari av okkara landsliðum og vilt hjálpa til við at gera róp og annað enn meira skipa? So er at møta upp í Høllini á Hálsi týskvøldið 15. februar klokkan 19, stendur at lesa í yvirlýsingini.

Tað er góða gongdin hjá serliga A-landsliðnum hjá monnum, sum hevur birt áhugan at stovna eitt fjepparafelag, sum bæði skal vera sjónligt og virkið til landsdystir hjá landsliðnum.

Vunnu okkum víðari til play-off
Føroyar vóru í januar vertir í HM-undankappingini hjá monnum, har mótstøðuliðini vóru Luksemborg, Italia og Lettland.

Hóast ringa byrjan í undankappingini, har A-landsliðið tapti fyri Luksemborg, so reisti landsliðið seg og vann bæði á Italia og Lettlandi, og tryggjaði sær harvið víðari luttøku til play-off dystirnar í mars, har Føroyar skulu møta Belarus.

Belarus gjørdist nummar 17 til EM í ár, men hava annars verið í topp tíggju í 2016, 2018 og 2020.

Talan verður tí um harða mótstøðu, tá Belarus vitjar í Høllini á Hálsi miku- ella hósdagin 16/17. mars.

Seinni dysturin verður leygar- ella sunnudagin 19/20. mars.

Samlaði vinnarin yvir teir tveir dystirnar skal møta Týsklandi í seinastu play-off dystunum í apríl.

Fyrru play off dystirnir í mars:
Ukraina – Finnland
Italia – Slovenia
Portugal – Sveis
Eysturrríki – Estland
Grikkaland – Bosnia Hersegovina
Norðurmakedonia – Rumenia
Ísrael – Litava
Slovakia – Belgia
Føroyar – Belarus

Seinnu play-off dystirnir í apríl:
Russland – Slovakia/Belgia
Ukraina/Finnland – Kroatia
Grikkaland/Bosnia Hersegovina – Montenegro
Portugal/Sveis – Niðurlond
Italia/Slovenia – Serbia
Týskland – Føroyar/Belarus
Kekkia – Norðurmakedonia/Rumenia
Eysturrríki/Estland – Ísland
Ísrael/Litava – Ungarn