Stórverk um Sumba verður lagt fram

Beinar Vestergaard hevur skrivað stórverk í trimum bindum um Sumba og grannabygdirnar

Myndir: Føroyaprent
Jóannes Hansen
8. desember 2023 kl. 12:35

 

Lítið ella kanska rættari einki hevur verið at hoyrt um hetta, sum nú er liðugt og verður lagt fram í morgin leygardagin 9. desember.

Tað er Beinar Vestergaard, ið sjálvur er sumbingur, sum hevur skrivað og gevur út bókaverk um Sumba. Heitið er SAGA SUMBINGA, sum er skrivað í trimum bindum. Øll bindini verða løgd fram í morgin leygardagin 9. desember, tá ið tað verður samkoma í samkomuhúsinum.

Á facebook skrivar Beinar Vestergaard soleiðis um bókaverkið:

Nú er hon komin út á prent, søgan um Sumbiar sókn.

Við heitinum SAGA SUMBINGA í trimum pørtum, verður framløga í samkomuhúsinum í Sumba leygardagin 9. desember millum kl. 14 og 16. Tá verður eisini møguligt at ogna sær bøkurnar.

Fyrsti parturin er um Sumba: sagnir og søgur, mentan og staðarnøvn o.a.

Annar partur er um Ættartøl sumbinga.

Triði partur er um Akrabyrgi, Akraberg, Víkarbyrgi, Agrar og Lobra: sagnir, søgur og ættartøl.