Verkið Speaking in Tongues frá 2020 er ein stórfingin málningur, ið er millum teir størstu málningarnar, sum Hansina Iversen hevur málað. Hann er 220 x 420 cm! Málningurin var ein partur av serframsýningini Brot: Føroysk samtíðarlist í stórum formati, sum var á Listasavni Føroya inntil fyri kortum.
Listakvinnan Hansina Iversen (f. 1966) er útbúgvin á listaakademinum í Helsinki og Reykjavík, og í sínum listaliga stíli hevur hon røtur í amerikansku abstraktu ekspressionismuni, colour field painting og New York-skúlanum við eitt nú íblástri frá Helen Frankenthaler, Agnes Martin, Mark Rothko og Barnett Newmann. Og harafturat finsku listakvinnuni Nina Roos og hennara abstraktu verkum, sum Hansina Iversen lærdi at kenna, tá hon var undir útbúgving.
Verkini hjá Hansinu Iversen eru eyðkend av at vera dynamisk í kompositiónini og at litflatarnir við nógvu fjølbroyttu formunum og rørslunum eru málaðir í fleiri gjøgnumskygdum løgum á løriftið. Hetta gevur henni eitt heilt serstakt úttrykk við atliti at listasøguligu íblástrarkeldunum.
Hansina Iversen sigur um Speaking in Tounges:
“Við málninginum royni eg at skapa eitt rúm á einum flata, sum er givin frammanundan. Rúmið verður skapað í arbeiðsgongdini. Har er eingin skitsa, men litirnir vera stroknir intuitivt. Ofta við einum flatum, breiðum pensli, so strokini síggjast týðiliga. Hetta er ein gott grundarlag undir gongdini víðari. Málingin verður strokin lag oman á lag. Undirlagið leiðir litirnar og formarnar, sum leggjast omaná. Hetta heldur fram, inn til ein verð er skapað í formi og litum, har rúm og rørsla leiðir eygað til ljósar og djúpar krókar. Aftur og fram á løriftinum. Aftur til afturlatnar formar, sum fjala tað, sum liggur undir. Inntil tú hevur hugt nóg leingi og sært ein skugga stíga fram í bakgrundini, sum avdúkar tað, ið liggur aftanfyri.”
Úr Listasavni Føroya siga tey, at tey eru takksom fyri stuðulin frá Ny Carlsbergfondet og gleða seg til, at vitjandi gestir aftur kunnu njóta hendan flotta oljumálningin á Listasavninum.