Tað er gott lag i Eysturkommu nú Vikingur hevur vunnið FM heitið. Tað vóru nógv fólk sum høvdu leita sær til Havnar at siggja dystin millum HB og Viking. Javnleikur var nóg mikið hja víkingunum, og tá ið KÍ so ikki megnaði at vinna móti B36, so var tað avgjørt, at føroyameistaraheitið 2024 endaði i Eysturkommunu.
Ì kvøld hava Eysturkommuna og Vikingur skipað fyri móttøku í Sarpugerði. Heilt nógv fólk vóru komin at heiðra leikarunum og teimum, sum annars eru í hópinum. Har vóru blinkandi brandbilar og ikki var spart uppá fýrverkið.
Siðani varð bjóðað inn í húsið, har formaðurin í Víkingi Brandur Jacobsen ikki duldi fyri, at hann er fegin og errin um tað, sum Vikingur hevur avrikað. Og tað vóru nógv rósandi orð til venjaran Jóhan Petur Poulsen frá formanninum í Víkingi.
Eisini liðformaðurin Atli Gregersen hevði orðið. Hann rósti teimun ungu monnunum nógv. Og hann segði seg og allar spælararnar vera fegnar um tann góða stuðul, liðið hevur fingið frá áskoðarunum. Og Atla líkt fortaldi hann onkraskemti søgu um onkran leikara. Eisini Jóhan Petur Poulsen og borgmeistarin Per Martin Gregersen søgdu nøkur orð.
Hetta var ein sera væleydnað upphiting til komandi leygardag. Tá ið steypið kemur heim i Sarpugerð.