Stórur spenningur undan svenska ríkisdagsvalinum

Sviar fara til val sunnudagin. Spenningurin snýr seg serliga um hvussu stóra undirtøku Sverigedemokraterna fáa

Ingi Samuelsen
6. september 2018 kl. 15:09

Tá sviar sunnudagin fara til val at velja nýggj umboð í Ríkisdagin í Stockholm, verður tað eitt søguligt val.

Tí helst fær sosialdemokratiski flokkurin sítt vánaligasta val nakrantíð, og kanska verður valið eisini mønustingurin fyri blokkpolitikkin, sum so at siga altíð hevur verið galdandi í fólkaríkasta norðurlandinum.

Nógv bendir á, at hvørki høgravongurin ella vinstravongurin megnar at skipa stjórn einsamallur. Orsøkin til tess er viðgongdin, sum høgrapopulistiski flokkurin, Sverigedemokraterna, hevur havt hesi seinastu árini.


Stefan Löfven, forsætisráðharri og formaður fyri Socialdemokraterna (Mynd: EPA)

Seinast fingu sosialdemokraterna 31 prosent av atkvøðunum, og skipaðu minnilutastjórn saman við grøna umhvørvisflokkinum. Talan var um næstringasta val hjá svenska javnaðarflokkinum nakrantíð, tí úrslitið var eitt vet betri enn fýra ár frammanundan, sum var vánaligasta úrslitið hjá flokkinum, sum altíð hevur verið størstur í Svøríki.

Helst verður sosialdemokratiski flokkurin framvegis størstur eftir valið sunnudagin, men sambært veljarakanningunum, er ikki vist, at flokkurin kemur upp á 25 prosent. Harvið er minni munurin til stóra høgraflokkin, Moderaterna, og nýggja leikaran á politiska vígvøllinum, Sverigedemokraterna.

Síðstnevndi flokkur hevur vunnið seg fram við sterkum meiningum móti fremmandum og tilflytarum. Eitt av politisku lyftunum er, at tilflytarar, sum fremja lógarbrot í Svøríki, skulu tveitast úr landinum. Sverigedemokraterna verður av nógvum kallaður ein nýnasistiskur flokkur, helst tí, at flokkurin hevur savnað nógv fólk, sum fyrr hava verið partur av nasistisku rørsluni í Svøríki.


Jimmie Åkesson, formaður fyri Sverigedemokraterna (Mynd: EPA)

Hetta er eisini orsøkin til, at hinir flokkarnir ikki hava viljað hava nakað við Sverigedemokraterna at gera. Spurningurin er nú, um tað slepst undan.

Svenska ríkissjónvarpið, SVT, hevur fylgt formonnunum í teimum trimum størstu flokkunum undir valstríðnum í summar. Áhugavert er at síggja, hvussu ymiskir teir tríggir, Stefan Löfven, Ulf Kristersson og Jimmie Åkesson, eru.

Sí filmin ’Jag vil bli statsminister’ her 

Jimmie Åkesson, formaður fyri Sverigesdemokraterna er tann yngsti av teimum trimum, 39 ára gamal. Men hann er tann royndasti sum floksformaður við tað at hann hevur staðið á odda fyri Sverigesdemokraterna síðan 2005, tá flokkurin var lítil.

Stefan Löfven gjørdist óvæntað floksformaður í 2012 og megnaði at føra flokkin til valsigurs fyri fýra árum síðani og gerast forsætisráðharri.

Ulf Kristersson gjørdist meira óvæntað floksformaður fyri minni enn einum ári síðan, tá Anna Kinberg Batra, sum tók við tá undanfarni forsætisráðharrin Fredrik Reinfeldt, gavst í politikki, knappliga tók seg aftur.


Ulf Kristersson, formaður fyri Moderaterna (Mynd: EPA)

Ein av hesum trimum verður helst forsætisráðharri eftir valið. Mest sannlíkt er antin Löfven ella Kristersson, men stóri og spennandi spurningurin er, um teir verða noyddir at samstarva við Åkesson fyri at sleppa framat.

Seinastu veljarakanningarnar hjá SVT vísa, at Socialdemokraterna standa til at fáa 24,3 prosent, Moderaterna 19,4, Sverigedemokraterna 18,2, Vänsterpartiet 10,2, Centerpartiet 8,0, Liberalerna 6,2, Miljöpartiet 5,7 og Kristdemokraterna 5,3 prosent.

Til ber at fylgja veljaratølunum her