Talan er um MBCFI '24 festivalin, sum stendur fyri Mikkeller Beer Celebration Faroe Island 2024, sum er í Silo í Havn hetta vikuskiftið.
Hóast tað er fyrstu ferð, at slíkur festivalur verður í Føroyum, so hevur Mikkeller skipað fyri fleiri festivalum áður.
Í Keypmannahavn er ein slíkur á hvørjum ári og hevur verið í mong ár, har tað koma eini 10.000 fólk at vitja festivalin.
Festivalurin er byrjarður og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan er góð, og stemningurin er góður. Og um tú elskar øl, kanst tú leita tær ein túr út í Silo.
Her merkir tú beinanvegin ein góðan stemning og tey, sum skeinkja ølirnar, duga sera væl at fortelja, hvørjar øl tey servera. Og ikki minst søguna aftan fyri ølinar.
Tær nýtist ikki at ganga svangur. Her er serligur føroyskur matur, oystur, eldpitsur og annað.
Festivalurin heldur fram í kvøld og allan morgin.