Avstralia helt í gjár eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, um spurningin um samkynt hjúnarlag skuldi vera loyvt ella ikki.
Tað var ein greiðir meiriluti, ið valdi at samkynt hjúnarlag skuldi gerast lógligt í Avstralia. Heili 61,6 prosent atkvøddu fyri, meðan 38,4 prosent atkvøddu ímóti.
Avstralski forsætisráðharrin, Malcolm Turnbull, sigur, at viljin hjá avstralska fólkinum er greiður, og at hann nú fer at skjóta upp í avstralska tjóðartinginum, at greiða atkvøðu um samkynt hjúnarlag.
Turnbull nýtti høvið eftir atkvøðugreiðsluna í gjár, at takka fólkunum í LGBTQI+ felagsskapinum, fyri at hava verið tolin og fevnandi. Hann vísti á, at ongin hevði uppiborið, at spurningurin um púra vanlig mannarættindi, blivu løgd út til kjak og atkvøðugreiðslu í einum valdysti.
Turnbull er eisini vorðin kritiseraður fyri júst hetta. Fleiri hava víst á, at tað var vantandi politiskt dirvi, ið gjørdi, at spurningurin um samkynt hjúnarlag bleiv lagdur út til fólkaatkvøðu, heldur enn at teir fólkavaldu politikarirnir viðgjørdu eitt slíkt lógaruppskot í tjóðartinginum.
Óansæð hvussu málið bleiv viðgjørt, so er gleðin stór í Avstralia. Úrslitið av fólkaatkvøðuni bleiv feiðrað um alt landið. Stórbýirnir, Sydney, Melbourne og Brisbane eru pyntaðir í ælabogalitum - litirnir, ið í umboða LGBTQI+ felagsskapin.