Stórur fagnaður fyri KÍ hetjunum

Stór mannfjøld fagnaðu við fýrverki KÍ spælaranum, tá ið teir um 10 tíðina í kvøld vóru aftur í Klaksvík

Jóannes Hansen
3. august 2023 kl. 23:54

KÍ hópurin var stórliga fagnaður, tá ið hann um tíggjutíðina í kvøld var aftur í heimstaðnum. Nógvir hundrað fjepparar vóru savnaðir á vøllinum, og tá ið bussurin við spælarunum, venjarum, hjálparum og nevndarlimum kom úr undirsjóvartunlinum og rundaði húkin vóru tað nógv, sum fylgdu við stutta teinin oman í høllina.

Tey í ferðalagnum stóðu á pallinum frammanfyri høllina og nýggja skýlið, og nógvu áskoðararnir vóru á vøllinum og á Bøgøtu. Og so vóru ikki so fá útlendsk tíðindafólk, sum fylgdu við og filmaðu og tóku myndir. Ivaleyst verður tiltakið í kvøld partur av upptaktini í norskum fjølmiðlum, tá ið Molde týskvøldið verður gestur hjá KÍ á Tórsvølli.

Karl Johansen, borgarstjóri, sum í síni tíð var hondbóltsstjørna í Klaksvík og hevði evni at fáast við allan ítrótt, fagnaði KÍ og segði seg rokna við, at øll, ið vóru hjástødd, fóru at vera hjástødd týskvøldið á Tórsvølli, tá ið KÍ fer at spæla ímóti Molde.

Magne Hoseth venjari og Jákup B. Andreasen liðformaður takkaðu og søgdu, at nú er málið at røkka bólkaspælið í europeisku meistarakappingini, og Tummas Lervig formaður í KÍ upplýsti, at miðlar allastaðni frá í Europa og eisini úr øðrum heimspørtum síðani sigurin í Svøríki í gjárkvøldið hava verið í samband við KÍ, og at felagið aftur og aftur hevur svarað, at hetta er avrik og sigur hjá felagsskapinum hjá klaksvíkingum og norðoyingum.

Fýrverkið var sum á norðoyastevnu, og so trallaði guitarin, og KÍ sangir vóru sungnir.