Stórur eldur við Tjarnir í Hoyvík
Vandi er ikki fyri at eldurin breiðir seg
Áki Bertholdsen
6. desember 2024 kl. 20:22
Fyri einum hálvum tíma síðani varð ringt til løgregluna at boða frá at eldur er í á asfaltverkinum, sum stendur við stórhøllina við Tjarnir.
Løgreglan sigur, at talan er um stóran eld, men sum støðan er nú, er ikki vandi fyri, at hann breiðir seg.
Men har er nógvur roykur og løgreglan biðjur fólk halda seg burtur.
Tað er myrkt og tí er ringt at síggja, hvønn veg roykurin fer, men tey meta, at tað mest eru tey Millum Gilja og á Hvítanesi, sum fáa ampa av royki.
Føla fólk royk, er tað helst frá eldinum, men tey, sum føla royk eru eisini vælkomin at ringja til løgregluna.