Stórur eftirspurningur eftir ókeypis kjøti

Tey, ið vara av Dúvugørðum í Saksun, hava av sínum eintingum tikið stig til at lata kjøt til fólk, ið liva í trongum fíggjarligum korum. Nógv fólk hava vent sær til teirra

Sigurjón Einarsson
19. januar 2021 kl. 15:20

Farna seyðaár var gott hjá Dúvugørðum í Saksun. Tí varð avgjørt, at geva nakað av kjøtinum til fólk á jólum, ið liva í trongum korum. Tá var onkur, sum nevndi fyri tey í Dúvugørðum, at tað hevði verið gott, um hetta ikki bert var galdandi um jóltíðir, men eisini restina av árinum.

Tað hava tey í Dúvugørðum tikið til sín, og tí skrivaðu tey eina dagføring á Facebook í seinastu viku, har aftur var møguligt hjá fólki at fáa nakað av kjøti, ið kanska hava trupult at fáa endarnar at røkka saman, nú nýggja árið er byrjað.

Sambært Jóhan Jógvanssyni, so eru tað nógv fólk, sum hava vent sær til teirra gjøgnum Facebook-síðuna hjá Dúvugørðum.

- Tað hevur verið ein stórur eftirspurningur eftir at fáa ókeypis kjøt. Tað hava verið heilt nógv fólk, ið hava vent sær til okkara, sigur hann.

Jóhan Jógvansson vil ikki siga, hvussu nógv fólk talan er um, men út frá afturboðanum frá fólki, so kemur hesin møguleikin væl við hjá fólki, ið liva í trongum fíggjarligum korum, at fáa sær ein ókeypis bita.

- Eg haldi, at hetta lýsir væl støðuna í okkara landi júst nú. Gjógvin millum rík og fátøk bara økist. Her er okkurt galið í samfelagnum, at støðan nú er sum hon er. Tað er landsins uppgáva, at vit øll hava nóg mikið av peningi millum hendurnar og kunnu breyðføða okkara børnum, men tá ið myndugleikarnir ikki megna at síggja veruleikan í eyguni, so mugu vit gera nakað við tað, og tað gera vit tað fegin, hóast bóndayrki ikki er nakað, ið ein gerst ríkur av, slær Jóhan fast.

Enn veit Jóhan Jógvansson ikki, hvussu leingi tey fara at halda fram við hesum átakinum, men hann sigur, at øll tey, ið liva í trongum fíggjarligum korum, eru vælkomin at seta seg í samband við seg. Eisini heitir hann á fólk, í trúnaði sjálvandi, um at hjálpa teimum at finna fram til tey, ið mest treingja til ein lívgandi bita úr Dúvugørðum.

Facebook-síðan hjá Dúvugørðum sæst her.

Fakta um Dúvugarðar:

Dúvugarðar er bóndagarður, ið rekur seyðahald, fornminni og maskintænastur.

Dúvugarðar eru tríggir av teimum fýra festunum í Saksun. Dúvugarðar eru 25 merkur til støddar og er í trimum: Dúvugarðahagi, Við Svartá fyri niðan, ið bleiv lagt afturat festinum í 2014 og Kvíggjarhamarshagi, ið varð lagdur afturat garðinum í 2015.

Hagarnir Dúvugarðahagi og Við Svartá niðan fyri eru einbýttir festihagar, meðan kvíggjarhamarshagi er felagshagi, har átta gyllin eru ogn.

Á festinum standa gomlu festihúsini, sum í dag verða víst fram sum fornminni og er væl kent millum manna. Uttanum standa tilhoyrandi bygningar so sum hjallar, gróthús, hoyggjhús, gásarhús við meira.

Á garðinum eru umleið 700 áseyðir.

Dúvugarðahagi eigur bjargalunnindi í Saksunarbjørgunum í felag við Svartá fyri uttan.

Eisini hoyra fiskirættindi í Dalsánni, Saksunarvatni, Vatnsdalsvatni, í Gjónni og á Pollinum til festið.