Stórur bilafestivalur á Svangaskarði

Sum á ólavsøku á Toftum

Dan Lamhauge
17. apríl 2021 kl. 16:39

Tað er sum, tá ið fótbóltslandsliðið leikti á Svangaskarði í síni tíð, og bilrøðin stóð líka oman á Toftakai, á Toftum í dag. Talan er tó ikki um nakran fótbóltsdyst, men um at fyrsti bilafestivalurin av sínum slagi er latin upp.Tofta Ítróttafelag skipar fyri tiltakinum.

Ein av fyriskiparunum er Petur Gaardlykke. Hann er sera væl nøgdur við undirtøkuna.

-Tá vit fóru undir at fyrireika hetta tiltakið, funnu vit útav, at tað eru heilt nógvir føroyingar, sum hava stóran áhuga í bilum og tí, sum hartil hoyrir. Tí merktu vit alt fyri eitt stóran uppbakning fyri tiltakinum.

At áhugin er stórur sást á øllum barometrum. Ein rúgva av bilasølum og handlum, sum selja ymiskt til bilar, luttaka á Svangaskarði. Á sjálvum vøllinum standa bilarnir, ein rúgva av teimum. Sjálvur festivalhýrurin verður staðfestur í tjaldinum, sum stendur mitt á rennibreytini, har roykurin av kaffi og steiktum búffum verður blandaður við tónleikinum av pallinum. Har eru sølubásar, sum selja alskins vørum og úrdráttum til bilar.

Hvørt tað er tí, at eysturoyingar og føroyingar sum heild í hesum døgum eru serliga áhugaðir í bilum, ella tað er tí, at vit veruliga hava tørv á at sleppa út fyri dyr og at savnast í størri bólkum, skal vera ósagt. Staðfestast kann, at á Svangaskarði er lív í hetta vikuskiftið.

Petur Gaardlykke dylur ikki fyri, at hann er nøgdur við undirtøkuna.

-At so nógv fólk fór at møta upp, høvdu vit ikki fantaserað okkum til. Her eru fólk úr øllum landinum. Tað er so stutt til Havnar, so her eru nógv fólk hagani. Og so eru fólk komin bæði úr Suðuroy og Nólsoy. Tað borgar nokk fyri, at tørvur er á einum tílíkum tiltaki, heldur Petur.

Hann hevur gott mót um sunnudagin eisini.

-Tað verður nakað av vindi í kvøld og í nátt, men í morgin sigur hann aftur gott veður, so hetta fer at síggja heilt væl út hjá okkum, sigur Petur.

Hetta er fyrsti bilafestivalurin av sínum slagi, so fyriskipararnir hava verið eitt sindur varnir.

-Vit læra nógv av hesum degnum. Í kvøld fara vit at eftirmeta saman við øllum luttakarunum. Tá finna vit fram til, um okkurt kann gerast betur og byggjast út. So kunnu vit taka støðu til, um vit bjóða okkum fram aftur um eitt ár, sigur Petur at enda.

Eina løtu er steðgur í tónleikinum. Tá verða teir stóru spurningarnir um píkadekk og elbilar vendir. Tað er Jaspur Langgaard, løgtingslimur, sum stýrir orðaskiftinum.

Opið er til klokkan 20 í kvøld. Fyrsti bilafestivalurin av sínum slagi letur upp aftur sunnudagin klokkan 14.