Stórur áhugi fyri útidystinum hjá manslandsliðnum

Vil ein tryggja sær atgongumerki til dystin, er neyðugt at seta seg í samband við hondbóltssambandið í seinasta lagi mánadagin 1. apríl

Mynd: Axel Heimken / kolektiff
Fríðmundur Nattestad
27. mars 2024 kl. 10:00

Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal 12. mai spæla týdningarmiklan HM-undankappingardyst ímóti Norðurmakedonia í býnum Skopje. Hetta er seinni av tveimum dystum, har samanlagdi vinnari sleppur við til HM.

Hondbóltssamband Føroya boðar frá, at áhugin fyri dystinum er stórur, og tey væntað at tað verður útselt til dystin. Tískil hevur norðurmakedonska hondbóltssambandið tørv á at vita, hvussu nógvir føroyingar kunnu væntast, soleiðis at atgongumerki kunnu leggjast av.

HSF skrivar soleiðis á heimasíðuni:

Um tit ynskja at tryggja tykkum lut í føroysku atgongumerkjunum, kunnu tit boða frá á hsf@hsf.fo, hetta í seinasta lagi mánadagin 1. apríl. Vinarliga viðmerkið, hvussu nógv atgongumerki tit ynskja. Fráboðanir eftir 1. apríl eru ikki tryggjaði atgongumerki.