Stórur áhugi fyri kunningartiltaki um at gerast veitari til verjuna

Fleiri umboð frá bæði FMI og FES vóru við til tiltakið

industry.fo
7. oktober 2024 kl. 22:10

Týsdagin 1. oktober skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag í samstarvi við (FMI) Forsvarsministeriets Materiel- og Indkøbsstyrelse og (FES) Forsvarets Ejendomsstyrelse fyri kunningartiltaki um hvussu føroyskar fyritøkur kunnu gerast veitarar til verjuna.

Fleiri umboð frá bæði FMI og FES vóru við til tiltakið, har greitt var millum annað frá:

  • At verjan ynskir eitt tættari samstarv við lokalu vinnuna í bæði Føroyum og Grønlandi.

  • Um veitingartrygd og at verjan ynskir fleiri og ymsikar veitarar, og mannagongdir í samband við innkeyp hjá verjuni

  • Verkætlanir, sjónarmið og samstarv innan verjuøkið.

Sera stórur áhugaði og góð uppmøting var til tiltakið, har umboð frá yvir 50 føroyskum fyritøkum luttóku.