Ongi úrslit

Stórur áhuga í at seta búgv í Nes kommunu

Tað fer væl at gera, at býráðið beinanvegin má taka støðu

Jóhanna Højgaard
9 tímar síðan

Í sambandi við søluni av átta grundstykkjum í Nes kommunu fyrr í dag, sum gingu sum heitt breyð, spurdu vit borgarstjóran í kommununi, Súna í Hjøllum, um hetta fer at hava við sær, at fleiri grundstykki vera at fáa í nærmastu framtíð?

Súni svarar, at tey ta seinastu tíðina hava merkt áhuga fyri grundstykkjunum.

– Men at tað var so stórur áhugi, tað fer væl at gera, at býráðið beinanvegin má taka støðu til, hvussu skjótt vit halda fram við at útstykkja fyri sethúsagrundstykkjum har í økinum.

Annars verður eitt 3-4000 fermetra stórt grundøki, ætlað til íbúðarbygging í økinum við Høganesvegin, liðugt planerað út á várið – og verður síðan alment boðið út.

Somuleiðis verður eitt 4000 fermetra stórt grundøki við Regnavegin, sum verður ætlað til íbúðarbygging, væntandi liðugt planerað næsta summar. Tað verður eisini boðið út alment.

Fólkatalið er vaksið skjótt í Nes kommunu seinastu árini, og tað er hugaligt.

Tað er eisini ein spennandi tíð fyri framman, og býráðið í Nes kommunu fer framhaldandi at arbeiða fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring, sigur borgarstjórin.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Alt selt eftir ein minutt

10 tímar síðan

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42