Stóru málini fyri framman eru útstykkingar og umhvørvið

Kommunuval 2024: Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
28. mai 2024 kl. 23:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Tað eru nógv, ein kundi nevnt, t.d. Tórshavnar havn, stóra útstykkingin á Argjum, langhylurin, Havnará og stórhøllin við Tjarnir, men innkomuvegurin og Húsareynstunnilin er helst størsta einstaka avrikið, tí vegurin fær so ómetaligan týdning fyri at lætta um ferðslutrýstið í býnum, samstundis sum stór øki verða tøk til bústaða- og vinnubygging.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Einki.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Útstykkingar og umhvørvið.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Tað havi eg ikki tikið endaliga støðu til. Uppstillingin er ikki byrjað enn.

(Dagføring: Heðin Mortensen hevur síðani hann svaraði okkum, kunngjørt, at hann stillar upp aftur)