Í kvøld varð lagt upp til stórt tiltak í Salt á Drelnesi, at vælkendi bólkurin, Dynamitt, skuldi spæla.
Men nú er greitt, at tiltakið er avlýst.
Ólavur Rasmussen, stjóri í Salt, sigur, at hetta er ein vanlukka, men hjá teimum er einki at gera uttan at lukka Salt.
Hann sigur, at orsøkin til støðuna er, at ammoniakk er í luftini.
Hann sigur, at tað stavar er ikki frá Salt, tí tey brúka ikki ammoniakk til nakað - men hinvegin er tað heldur eingin, sum veit, hvaðani tað stavar.
Hann sigur, at í løtuni eru tey í ferð við at kanna málið – men hjá teimum var einki at gera, uttan at lukka, tí tað ber ikki til at hava nakað í Salt, sum støðan er beint nú. Fyribils er Salt lukkað til mánamorgunin.
Tey, sum hava keypt atgongumerki, fáa pengarnar aftur við at venda sær til Salt.