Dagført: Stórt politistalið til staðar á Strondum - Tamarhald er á støðuni
Løgreglan sigur ikki meiri um málið
Áki Bertholdsen
7. juni 2024 kl. 15:55
Beint nú er stórt politistalið til staðar á Strondum. Har eru fleiri politibilar og fleiri vápnaðir politistar og í tí sambandi hava tey byrgt vegin av.
Løgreglan sigur, at beint nú hava tey onga viðmerking, tí tey eru fult upptikin av at greiða støðuna. Tað einasta, tey siga, er, at Politiiđ er í løtuni úti til eina hending á Strondum.
Heitt verđur á øll um, at halda seg burtur frá økinum við bátahylin niðanfyri læknaviðtaluna.
Løgreglan sigur nú við KvF, at tamarhald er á støðuni og at eingin hevur fingið mein av hendingini.