Mynd: Uros Hocevar / kolektiff
Stórt hondbóltsbrak í Høllini á Hálsi í kvøld
Føroyska landsliðið hjá monnum spælir týdningarmiklan dyst
Fríðmundur Nattestad
8. mai 2024 kl. 13:30
A-landsliðið hjá monnum brestir í kvøld saman við Norðurmakedonia í Høllini á Hálsi í Havn. Hetta er fyrri dysturin av tveimum, har samanlagdi vinnarin spælir seg víðari til HM endaspælið í 2025.
Atgongumerkini til dystin vórðu útseld eftir fáum minuttum. Tó ber til at fylgja við í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, sum vísir dystin beinleiðis.
Dysturin byrjar klokkan 19.00, og sjónvarpið byrjar at senda klokkan 18.30. Uttanlands kann dysturin stroymast á ehftv.com.
Stór upphiting verður í bryggjarínum hjá OY á Heykavegnum frá klokkan 16.00, har sjálvur dysturin eisini verður vístur á stórskíggja.
Seinni og avgerandi dysturin verður í Norðurmakedonia sunnudagin.