Stórt álop á Kharkiv í gongd júst nú

Júst sum sendinevndir hjá ukrainsku og russisku stjórnina hava sett seg við samráðingarborðið við markið í Belarus fyrrapartin, so byrjaði eitt stórt álop á ukrainska býin Kharkiv

Sigurjón Einarsson
28. februar 2022 kl. 14:18

Júst sum umheimurin helt, at tað kanska fór at koma glið á samráðingar millum ukrainsku og russisku stjórnina um frið í Ukraina, so hevur Russland lopið ukrainska býin Kharkiv, ið liggur við russiska markið.

Stutt eftir middag byrjaðu russiskar herdeildir at bumba býin.

– Talan er um eitt ógvisligt álop á Kharkiv, sigur ein ukrainskur ráðgevi, sambært Reuters.

Sambært honum eru higartil 12 fólk deyð og fleiri hundrað eru særd.