Størsti vøksturin í Sandoy er í Skopun

Skattainntøkurnar hjá kommununum í Sandoy broytast heilt nógv frá einum mánað og til tann næsta

Jóannes Hansen
10. apríl 2023 kl. 10:56

Fyrsta fjórðingsár í ár var miðal vøksturin í kommunuskattinum 6,93 prosent. Í Sandoy var lutfalslilgi vøksturin størstur í Skopunar kommunu. Har var hann 10,56 prosent.

Yvirlitið hjá TAKS vísir, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu tað er við skattainntøkunum í Sandoy frá einum mánað og til tann næsta. Soleiðis er tað, tá ið tað eru lutfalsliga nógvar hýrur og inntøkur frá tímaløntum arbeiði.

Í januar var vøksturin í Skopunar kommunu 17,58 prosent sammett við januar í 2022, í februar var hann 4,28 prosent, og í mars var hann 9,21 prosent.

Tað eru fimm kommunur í Sandoy – íroknað Skúvoyar kommunu – og gongdin í skattainntøkunum fyrsta fjórðingsarár í ár sammett við í fjør hevur verið henda:

Fyribilsskattur fyri januar - mars - samanlagt:

Kommuna:

2022

2023

Munur kr.

Munur %

Sands

4.553.713

4.780.108

226.395

4,97

Skopunar

3.680.494

4.050.065

369.571

10,04

Skálavíkar

1.367.344

1.422.212

54.868

4,01

Húsavíkar

1.055.027

1.105.821

50.794

4,81

Skúvoyar

378.638

324.785

-53.853

-14,22