Størsti parturin av føroyingum í útlegd kundi tað sama liva og virka her heima

Vit kunnu ikki tigandi lata tað ganga, at føroysk hugskot, nærvera, arbeiðsorka og virðisskapan í hópatali nørist aðrastaðnis alla tíðina

j.fo/Uni Holm Johannesen løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin
5 tímar síðan

Hvørt ár flyta nógv ung fólk úr Føroyum. Helmingurin flytur ongantíð aftur til Føroya.

Kringvarpið ger í hesum døgum nógv burturúr afturvendandi fráflytingini av ungum og forvitnum føroyingum. Tað er gott og neyðugt.

Vit kunnu ikki tigandi lata tað ganga, at føroysk hugskot, nærvera, arbeiðsorka og virðisskapan í hópatali nørist aðrastaðni allatíðina.

Avgerðir í formativum árum

Størsti parturin av føroyingum í útlegd kundi tað sama liva og virka her heima.

Av fyrstan tíð vóru tað vantandi møguleikar í Føroyum, útlongsul og aðrar umstøður annars, sum flutti tey úr Føroyum.

Við tíðini lagar tað seg so hjá mongum, at tey fáa maka og børn. Íbúð ella hús. Arbeiði, ítriv og vinfólk. Og kanska uttan tilvitað at velja Føroyar frá, so gera bindingarnar tað brádliga trupult at fara heimaftur.

Ikki antin ella

Søgan sigur, at sannlíkindini fyri at flyta heimaftur eru størri, um ein partur av útbúgvingini verður tikin í Føroyum.

Av tí sama er hetta ikki ein spurningur um antin ella, sum onkur ger tað til. Tað er ikki ein spurningur um bara at taka útbúgving í Føroyum, ella bara at taka útbúgving uttanlands.

Tað er umráðandi at fara aðrastaðni at víðka útsýnið eitt tíðarskeið. Tað eigur kortini ikki at vera orsøkin til, at so nógvir føroyingar ikki flyta aftur til Føroya.

Ta javnvágina hava íslendingar megnað frægari enn vit. Og vit kunnu gera tað sama.

Taka fleiri neyðug stig

Tað krevur politisk átøk, og nøkur vera nú tikin.

Bústaðir og kommunur hava fingið heimild at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg. Tað er eitt upplagt høvi at byggja eina rúgvu av lestraríbúðum í høvuðsstaðnum, og tað er at fegnast um, at komandi býráðssamgongan ætlar at taka stig til tað.

Sum er vilja nógv ung fólk til Keypmannahavnar at vera partur av lívliga og dynamiska gerandisdegnum á Oyrasundskollegiinum. Tað ber eisini væl til at fáa eitt veruligt útbúgvingarumhvørvi her. Eitt stuttligari og meira modernað kollegiið – ein Oyrargarð nærhendis Eirargarð, um tú vil.

Seinastu árini hevur ein sunn tilgongd verið av lærlingasáttmálum. Tað er gott. Í privatu vinnuni er framvegis gravgangur eftir yrkislærdum fólki. Tað setur krøv til ein framskygdan vinnuvendan útbúgvingarpolitikk, t.d. innan ymiskt handverk, shipping, ferðavinnu og KT.

Farið er undir kampusverkætlanina. Tað er eitt avgerandi stig fyri at fáa eitt veruligt útbúgvingarumhvørvi í Føroyum. Við føroyskum útbúgvingartilboðum fáa vit eisini vitan um okkum sjálvi og okkara vinnulív, sum gerst eitt sterkari grundarlag undir nýskapan.

Eramus+ fer at gera tað lættari at vera skiftisnæmingur í øðrum londum sum partur av lestrarlívinum í Føroyum.

Og við millum øðrum tiltrongdum ábøtum í barsilsskipanini verður lættari at vera ung barnafamilja í Føroyum.

5 til 10

Í Føroyum hava vit brúk fyri okkum øllum.

Sum eg havi sagt fyrr.

Vit missa sum er fimta hvønn í hvørjum árgangi.

Eitt upplagt mál at seta sær í fyrsta umfari er at bøta um tað til at vera ein av 10 – og so arbeiða miðvíst fram ímóti tí næstu fimm til tíggju árini.