Stórsteypadystur sunnudagin

Sunnudagin 28. februar og leygardagin 13. mars verður Tórsvøllur karmur um ársins stórsteypadystir í fótbólti hjá ávikavist monnum og kvinnum. Dystirnir báðir hava eisini til endamáls at savna inn pening. Tað er “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum Blái Krossur Føroya skipar fyri, ið fær inntøkurnar frá dystunum

Tíðindaskriv
23. februar 2021 kl. 08:17

KÍ og HB vunnu greipuna hjá ávikavist kvinnum og monnum, og HB-menninir skulu nú spæla ímóti NSÍ, sum var næstbesta liðið í landskappingini, og KÍ-kvinnurnar skulu eisini spæla ímóti NSÍ, sum var næstbest í bæði lands- og steypakappingini.

Stórsteypadystirnir verða skipaðir í samstarvi millum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, men verða ikki spældir sama dag. Stórsteypadysturin hjá monnum verður nú sunnudagin 28. februar klokkan 16 millum HB og NSÍ, og tann hjá kvinnum nakað seinni, leygardagin 13. mars klokkan 17 millum KÍ og NSÍ.

Umframt at vera startskotið á nýggja kappingarárinum, hava dystirnir báðir eisini til endamáls at savna inn pening til vælgerðarendamál. Eins og til stórsteypadystirnar hjá hondbóltinum, verður peningur savnaður inn til verkætlanina “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum Blái Krossur Føroya skipar fyri. Tá ið hesir dystirnir eru spældir, verður samlaða upphæddin frá øllum fýra dystunum handað Bláa Krossi.

Serligu koronutilmælini gera, at neyvan fer at bera til at fylla Tórsvøll við áskoðarum hesar báðar dystirnar, men fyri tað um pláss kanska ikki verður fyri øllum har, so verða stórsteypadystirnir sjónvarpaðir á Rás 1 og kunnu tí eisini síggjast har.

Hinvegin gevur hetta aðrar og kanska enn betri møguleikar fyri at fáa pening inn til “Øll hava rætt til góð barnaár”, tí á skíggjanum kemur kontonummar at kunna síggjast undir dystinum, so fólk kunnu sita heima í stovuni, síggja dystin og samstundis stuðla einum góðum endamáli.