Stórsteypadysturin, Super Cup, í Turkalandi var á skránni í gjár, har meistaraliðið, Galatasaray, møtti steypavinnarunum, Fenerbahçe.
Nógv rumbul hevði verið undan dystinum, sum upprunaliga skuldi verða leiktur í Saudiarabia 29. desembur í fjør. Hetta bleiv av ongin, tí ósemja var millum feløgini og myndugleikarnar í Saudiarabia. Tískil gjørdi turkiska fótbóltssambandið av, at dysturin skuldi vera leiktur í gjár, 7. apríl.
Hetta fall ikki í góða jørð hjá Fenerbahçe, sum hevur ein sera týdningarmiklan dyst hósdagin, tá teir á útivølli skulu spæla ímóti Olympiacos, í fyrru fjórðingsfinaluni í Conference League kappingini.
Fenerbahçe kravdi at fáa stórsteypadystin útsettan, men turkiska fótbóltssambandið vildi ikki ganga kravinum á møti. Fenerbahçe gjørdi tí av at møta upp til dystin í gjár við U19 liðnum.
Talan var tí um eina uppgerð ímillum David og Goliat, tá U19 liðið hjá Fenerbahçe og meistararnir úr Galatasaray gingu inn á vøllin, og longu 50 sekund eftir at dysturin var bríkslaður ígongd, hevði Mauro Icardi lagt Galatasaray á odda 1-0.
Lítla løtu eftir málið gingu allir leikararnir hjá Fenerbahçe av vøllinum, sum helst hevur verið avtalað frammanundan, fyri at mótmæla avgerðini hjá turkiska fótbóltssambandinum, um at ikki útseta dystin.
Galatasaray vóru tískil dømdir vinnarar av dystinum, men áðrenn teir lyftu Super Cup steypið, gjørdu teir av at spæla ein innanhýsis vinardyst, so áskoðararnir, sum vóru møttir, fingu okkurt at hyggja at.